Enn hevur flokkurin bert boðað frá, at Sjúrður Skaale verður valevni. Hinvegin liggur í kortunum, at tey trý landsstýrisfólkini, Aksel Johannesen, John Johannessen og Helena Dam á Neystabø eisini skulu stilla upp – og nú kanska eisini Jóannes Eidesgaard.
Vit skrivaðu á hesum stað mánadagin, at um Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin skulu gera eina vón at endurvinna fólkatingsumboðanina, so var at seta ávikavist Anfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard á listan. Teir eru báðir royndir menn, hava verið løgtings- og fólkatingsmenn og landsstýris- og løgmenn. So tað er so upplagt hjá hesum flokkum at brúka fólkatingssessin til ein slíkan »retrædepost«. Tí fólkatingssessurin eigur at kunna brúkast til okkurt skilabetri enn hjá einum føroyskum løgtingsmanni – fyri ikki um at tala floksformanni – at stuttleika sær við. Royndir menn sum Kallsberg og Eidesgaard kundu verið fín og trúverdig umboð hjá Føroyum at havt í donskum stjórnarumhvøvi.
Men Anfinn Kallsberg treivst so illa í Fólkatinginum seinast, at hann tímdi ikki at stilla uppaftur. Hann er kanska ikki typan til Fólkatingið. Har ber ikki til sum í Løgtinginum bara at improvisera. Har mást tú skriva tær røður og í heila tikið samskifta meira upp á skrivt og upp á avtalur. Tað er ikki akkurát Anfinn Kallsberg. Men Eidesgaard er meira til tað. Hann er til dømsi eisini íðin á Facebook, kønur í teldusamskifti, so hann hevur als einki problem í so máta.
Í skrivandi stund kenna vit ikki valevnislistan hjá Javnaðarflokkinum. Men fyri okkum á síðulinjuni kann tað bara gera valið enn meira spennandi – tí gera Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin einki heilt serligt, so verða tað við statsgaranti Høgni Hoydal og Kaj Leo Johannesen/Edmund Joensen, sum vinna sessirnar.