Oftast settu spurningar til koronalinjuna

Maður ella kona mín hevur verið í sambandi við onkran, sum hevur verið í sambandi við ein, ið hevur fingið staðfest koronasmittu. Skal eg kannast?

Tað er TAKS, ið umsitur almennu koronalinjuna, ið vegleiðir og svarar spurningum, ið føroyingar hava um koronasmittuna.

Av oftast settu spurningunum, ið tey á koronalinjuni fáa, eru spurningar um 3. liðssamband við smittað fólk, og um hvussu fólk skulu fyrihalda seg til at hava fólk í vandabólkinum í húsinum.

Hesi svarini gevur koronalinjan til teir spurningarnar:

 

Maður ella kona mín hevur verið í sambandi við onkran, sum hevur verið í sambandi við ein, ið hevur fingið staðfest koronasmittu. Skal eg kannast?

– Nei. Í fyrstu atløgu skalt tú ikki kannast. Um so er, at tú skalt kannast, so setir landslæknin seg í samband við teg. Tá ger landslæknin eina greining av teimum, ið smittaði hevur verið í sambandi við. Landslæknin hyggur eftir, hvørjum smittaði hevur verið í sambandi við, og tey, ið skulu kannast, fáa boð frá landslæknanum.

 


Vit hava fólk í vandabólki í húsunum. Hvussu fyrihalda vit okkum til teirra?

– Tú skalt altíð vera eyka varin. Er eingin í húsarhaldinum sjúkur, verður tað mett sum verandi vanligt. Tú skalt ikki taka onnur atlit enn tey, ið vit mæla til í sambandi við koronasmittu. Tú skalt halda frástøðu, tú skalt halda reinførið, hosta í ermuna og vaska væl. Vaska ves og køkin væl, og tú skalt vaska klæðir, seingjarlín og líknandni við hitanum, sum verður tilmældur á korona.fo. Hevur tú ein í húsarhaldinum, sum er í vandabólki, skalt tú kanska hugsa um ikki at fáa gestir á gátt. Roynið at halda tykkum so nógv sum til ber í sjálvbodnum sóttarhaldi.

 

Meira er at lesa um spurningarnar til koronalinjuna í Vikuskiftissosialinum.