Oftari og bíligari til Danmarkar

Nýggja summarferðaætlanin hjá Atlantsflog gevur fólki ein hóp av møguleikum at ferðast fyri ein bíligan penga. Túratalið verður økt upp í 34 fráferðir um vikuna og talið av setrum er nú sløk 6000 á Føroya-rutuni. ? Tað skal bæði verða bíligt og lagaligt hjá føroyingum at sleppa til Danmarkar, sigur stjórin, Magni Arge.

Flúgving: Við fráferðunum úr Vágum í dag er Atlantsflog nú farið undir sína mest umfatandi summarferðaætlan nakrantíð: Ikki færri enn 34 fráferðir verða til Danmarkar í summar.
Í summar fara flogførini hjá felagnum at flúgva upp í fýra ferðir um dagin til Keypmannahavnar, eina ferð um dagin til Billund og einaferð um vikuna til Ålborg.
Samstundis við hetta er avgjørt, at tað skal gerast munandi bíligari hjá føroyingum at flúgva til Danmarkar. Nú ber til at fáa ein einvegis ferðaseðil fyri einans 745 kr.
-? Okkara ynski er at geva føroyingum størri frælsi til at ferðast, eins og vit vilja knýta Føroyar tættari at meginøkinum.
? Vit vilja tí vera til tænastu hjá øllum ? bæði hjá tí vanliga fólkinum sum eigur familju og kenningar í Danmark, og hjá teimum, sum skulu loysa ávísar uppgávur uttanlands, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog, sum 28. mars kundi hátíðarhalda 17 ára føðingardag sín.
Í summar verður møguligt at sleppa til Danmarkar kl. 8:15 á morgni og verða aftur í Vágum kl. 10 á kvøldi.

Bílig ferðing
Á tíðindafundi í gjár greiddi stjórin, Magni Arge frá nýggju ferðaætlanini. Trý orð gingu aftur alla tíðina: Oftari, bíligari og smidligari.
Hann vísti á, at fráferðirnar til Danmarkar nú verða øktar munandi, men at prísurin á ferðaseðlunum hinvegin verður lækkaður um somu tíð.
Tað skal eisini verða lættari hjá fólki at seta saman sína egnu rutu, so at ein kann fara til ein danskan flogvøll og heimaftur úr einum øðrum flogvølli.
Tann lækkaða prísin á ferðaseðlunum varð - sum vera man - gjørt nógv burturúr. Og talan er veruliga um eina stóra lækking, vísti Magni Arge á.
- Í dag kanst tú flúgva fyri 745 kr. annan vegin, og gevur hetta íalt 1.490 kr. umframt avgjøldini. Hetta er ein munandi lækking, tá sama ferð áður kostaði 2.010 kr., vísti hann á.
Vón hansara er, at føroyingar fara at taka væl ímóti hesum tilboðnum, soleiðis at enn fleiri fáa hug at ferðast til Danmarkar.
- Við hesum økta útboðnum av ferðamøguleikum vóna vit tí eisini at fáa enn fleiri ferðafólk, sigur Magni.
At økja túratalið so nógv sum gjørt verður í summar krevur sjálvandi bæði manning og flogfør. Í løtuni eru trý flogfør í flotanum, men í næsta mánaði kemur eitt flogfar aftrat ? og óhugsandi er ikki, at neyðugt verður við einum fimta flogfari seinni í summar.

Økt og bíligt
Nýggja summarferðaætlanin hjá Atlantsflog er nú komin í gildi. Og tað er ikki at taka seg aftur í, at fyri ferðafólkið er henda eitt heppið stig til at sleppa uttanlands, nærum tá ein vil.
Í fyrstu syftu verður túratalið á rutunum til Danmarkar økt rættiliga nógv. Men tá mest verður at gera í summar verða ikki færri enn fimm møguleikar um dagin at flúgva millum Føroyar og Danmark.
Tað er serliga á rutuni til Keypmannahavnar at økingin sæst, men eisini á rutuni til Billund verður flúgvingin økt við upp til sjey fráferðir um vikuna.
Atlantsflog ætlar eisini at víðka um tilboðið til tey, ið ætla sær at vitja í Ålborg ella nærhendis, tí í summar verður høvið at flúgva hagar hvønn leygardag.
Íalt verður túratalið til Danmarkar økt heilt upp í 34 fráferðir um vikuna, tá mesta flúgvingin er.
Her er tó bert talan um rutuna til Danmarkar, tí Atlantsflog fer eisini at røkja rutusambandið til grannalond okkara í summar.

Til arbeiðis í Danmark
Í lýsingum hava vit sæð Atlantsflog lýst við at ein kann sleppa niður til Danmarkar og aftur til Føroyar sama dag, soleiðis at neyðugt er ikki at gista í Danmark.
Hesin møguleikin verður munandi útbygdur í summar. Í summar verður nevniliga møguligt at sleppa til Keypmannahavnar ikki færri enn fýra ferðir um dagin og heimaftur fýra ferðir um dagin.
Hesin møguleikin man koma serliga væl við hjá teimum fyritøkum, ið loysa uppgávur á danskari jørð. Við hesum kunnu teir senda fólk niður tíðliga á morgni, soleiðis at tey kunnu verða við hús aftur seinni um kvøldið, uttan at fyritøkan skal gjalda útreiðslur fyri gisting, dagpengar og annað.
-Við hesum kann vinnulívið spara hópin av peningi, samstundis sum starvsfólkini kunnu vera aftur til arbeiðis í Føroyum morgunin eftir. Hesi kunnu tí verða meiri til arbeiðis í Føroyum, hóast tey samstundis skulu arbeiða uttanlands, sigur Magni.
Fyri tann einstaka ferðandi, ið ynskir at vitja familju og vinir í Danmark ber nú til at flúgva til Keypmannahavnar, men síðani fara heimaftur úr t.d. Ålborg, uttan at hetta kostar eyka á nakran hátt.