Fleiri velja at keypa granntræ heldur enn at brúka brúka træ úr plastikki, nú jólatrø verða partur av jólaprýðinum í teimum flestu heimunum kring landið.
Granntræið er hugnaligt og setur serliga jóladámin á stovuna um jólini. Tað eru tó fleiri, ið uppliva, at smákykt, so sum mariuhønir og onnur kykt eru í trøunum, tá tey verða keypt, og koma eisini við heim í stovurnar - har tey í monum førum eru óynskt.
Skaðadjóratænastan mælir til, at vit fylgja hesum ráðum, um vit vilja tryggja okkum, at vit ikki fáa smákyktini við inn, tá træið verður sett upp.
- Keyp træđi í góđari tíð
- Tak netið av, og rist træið uttanfyri
- Spula træið viđ havaslangu - men brùka ikki ov kraftiga vatnstrálu
- Set træði onkra staðni har regn ikki sleppur til, inntil tađ er vorðið turt
Á hendan hátt kann ein verða vísur í, at onki kykt kemur inn viđ trænum, skrivar Skaðadjóratænastan á Facebook vanga sínum.