Fólkaflokstingmaðurin Óli Breckmann heldur, at løgmaður eigur at skriva út nýval, fær samgongan ikki betri stev skjótt
Landsstýrisamgongan hevur mist stevið, og batnar tað ikki skjótt, eigur løgmaður at skriva út nýval, tí tað er frægari enn at hava eina samgongu, sum ikki fær arbeitt orsakað av ósemju kortini.
Tað segði Óli Breckmann, løgtingsmaður hjá Fólkaflokkinum, við Dag og viku í gjárkvøldið, og hann er heldur ikki í iva um, hvør er atvoldin til tað vánaliga stevið og vísir á, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ilt við at halda gjørdar avtalur um millum annað Sandoyartunnilin.
-Er Magni Laksáfoss til reiðar at ofta Sandoynna og samgonguna fyri at útvega sær sjálvum ein tingsess, so hann um tað, sigur Óli Breckmann.










