Ófrættakendur og óboðin gestur

Aftur í morgun - júst meðan fólk á Sandi sova stevnuna av sær - liggur "spøkilsisskipið" Columbus hjá Sea Shepherd aftur á Sandsvág.

Aftur í morgun - júst meðan fólk á Sandi sova stevnuna av sær - liggur "spøkilsisskipið" Columbus hjá Sea Shepherd aftur á Sandsvág.

 

Seinast skipið var um hesar leiðir, var um ólavsøkuna, tá grindamótmæli annars vóru í høvuðsstaðarøkinum, og nú liggur Columbus so aftur úti fyri pierinum.

 

Tað sá eitt sindur ófrættakent út í morgun at vakna og síggja henda svarta blettin liggja á vánni í lýsingini.

 

Hóast Sea Shepherd veit, at tey slett ikki eru vælkomin á Sandi, har tey enn ikki sleppa at brúka alment wc-pappír, koma tey kortini framhaldandi um hesar leiðir.

 

Um ólavsøkuna lá Columbus við fleiri bátum langt inni á vánni, og tað eru fólk, sum spyrja, um Sands havn ikki hevur fult ræðið á økinum innanfyri havnamerkini.

 

Spurningurin er so, um Sea Shepherd bara tekur sær hesi rættindi - ella, um tað er kommunan, sum gevur loyvi til ankring á vánni.