Ofraði leiðsluna fyri at bjarga sær sjálvum

Fyri at dekka yvir seg sjálvan ofraði Johan Dahl leiðsluna á Strandferðsluni fyri at finna ein syndabukk

Fyri at dekka yvir seg sjálvan ofraði Johan Dahl leiðsluna á Strandferðsluni fyri at finna ein syndabukk

 

Tað sigur Hans Petur Joensen, fyrrverandi og frákoyrdi fíggjarleiðarin á Strandferðsluni í viðmerking til tað, sum Jógvan Páll Lassen, advokatur, skrivaði fyrr í dag um, at onnur landsstýrisfólk hava brotið stýrisskipanarlógina fleiri hundrað ferðir.

 

Les eisini: Landsstýrið brotið lógina fleiri hundrað ferðir

 

– Tað eru grundleggjandi munur á tí, ført verður fram í greinini hjá Jógvan Páll Lassen og málinum um Strandferðsluna. Nú er ein roknskapar-góðkenningarskipan (RGS) virkin, har stovnurin skal siga frá um játtanin heldur ella ikki. Síðan liggur ábyrgdin í aðalráðnum. Strandferðslan hevur mánað eftir mánað fráboðað hallið, men Vinnumálaráðið gjørdi absolutt einki, sigur Hans Petur Joensen.

 

Hann sigur, at í hesum føri hevur landsstýrismaðurin vitað og viljað, at Strandferðslan fór at hava hall.

 

Les eisini: Johan Dahl fulla ábyrgd av Strandferðsluni

 

– Fyri at dekka yvir seg sjálvan, ofrar hann leiðsluna fyri at finna ein syndabukk. So bíleggur hann eina kreativa grannskoðarafrágreiðing, sum við vilja loypur um at kanna veruliga trupulleikan, tí hesin peikar aftur á landstýrismannin sjálvan og ikki á leiðsluna á Strandferðsluni, sigur Hans Petur Joensen.