Ofraðu Signar fyri Tobba

Eitt stríð um eina peningaflyting til Sjónvarp Føroya elvdi á vári í 2000 til, at Signar á Brúnni, mentamálaráðharri, varð lagdur undir at hava brotið stýrisskipanarlógina. Um so var, so mátti maðurin frá.

 

Tað skrivar Sjúrður Skaale í bók síni, »2000 – tá Føroyar skuldu loysa«.

 

Trýst varð lagt á Signar á Brúnni, sum fyribils varð loystur úr starvinum sum landsstýrismaður – men skuldi setast aftur í starvið, um kanning reinsaði hann, lovaði Høgni Hoydal.

 

4. mai í 2000 setti Finnbogi Ísakson, løgtignsforamður, Petur Even Djurhuus, advokat, at kanna embætisførsluna hjá Signari á Brúnni.

 

Í bók síni skrivar Sjúrður Skaale, at eingin ivi var um, at Finnbogi Ísakson orðaði uppgávuna hjá advokatinum soleiðis, at Signar á Brúnni fór at verða reinsaður.

 

Sambært bókini var tað ein dulnevndur høvundur í Oyggjatíðindum, sum tey flestu hildu verða Tórbjørn Jacobsen, sum hevði skrivað, at Finnbogi Ísakson fór at orða spurningin soleiðis, at advokaturin ikki kundi gera annað enn at fríkenna Signar á Brúnni.

 

Høgni Hoydal dugdi eisini at síggja, at kanningin fór at fríkenna Signar, skrivar Sjúrður Skaale:

 

»Tað legði trýst á hann, tí skuldi hann og hansara fólk varðveita valdið í flokkinum, mátti okkurt gerast, áðrenn úrslitið fyrilá, og Signar skuldi hava sessin hjá sær aftur.

 

Telvingin var trupul, tí frontarnir vóru ikki heilt so greiðir, sum tann dulnevndi í Oyggjatíðindum og Bjørn á Heygum lýstu teir. Vandi var fyri, at tingbólkurin klovnaði um tvøran: At fýra vildu seta Tórbjørn beinanvegin, og fýra vildu bíða til kanningin av Signari var liðug. Og so bleiv trupult at seta nýggjan landsstýrismann.

 

Sum eg skilti tað vóru partarnir hesir: Øðrumegin stóðu Signar á Brúnni, Finnbogi Ísakson og Hergeir Nielsen, og hinumegðin Páll á Reynatúgvu, Annita á Fríðriksmørk, Jógvan Durhuus og eykamaðurin Finnur Helmsdal. Ivin var um, hvønn partin Heini O. Heinesen fór í. Stuðulaði hann teimmu eldur, var støðan 4-4.«

 

Endin av hesum stríðið var, at fundur í aðalstjórn Tjóðveldisfloksins 7. juli í 2000 gjørdi av, at Signar á Brúnni ikki skuldi aftur í landsstýrið, men Tórbjørn Jacobsen. Tá vistu tey eisini, at kanningin av Signar á Brúnni skuldi vera klár beint aftan á ólavsøku.

 

Sjúrður Skaale skrivar víðari:

 

»Tórbjørn Jacobsen var ein óvanliga litríkur politikari, og hansara mongu røður vóru næstan sum sjónleikir. Mentanarligi førningurin var stórur, og ofta tóktist hann sum ein stór eik mitt í teirri avsvidnu gaddajørðini, sum føroyskur politikkur ofta ber brá av.

 

Men Tórbjørn breyt eisini karmarnar á annan hátt – og bæði Anfinn Kallsberg og Høgni Hoydal fóru seinni at kenna sviðan av, at hansara pennur ikki bara var góður og hvassur, men eisini kundi vera eiturfullur. Í fyrstani var kortini eingin ivi um, at nýggi ráðharri var ein stórur vinningur fyri fullveldisætlanina og – serliga – Tjóðveldisflokkin.

 

Men tað gjøri samstundis sárini inni í flokkinum djúpari, tí bara tólv dagar eftir at Tórbjørn var settur í starvið, kom frágreiðingini um Signar á Brúnni – og reinsaði hann. Men aftur í Tinganes slapp hann ikki.

 

Mong kallaðu tað lyftisbrot, og tað gjørdist eitt nógv brúkt skjúts ímoti Høgna Hoydal – og harivið fullveldisætlanini.«

 

 

TRÝST HER fyri at lesa samrøðu við Signar á Brúnni og Høgna Hoydal í Sosialinum 11. juli 2000