Ofraði bilin fyri at bjarga seyðinum

Tað var beint eftir midnátt, at ein kvinna kemur koyrandi eftir Kaldbaksvegnum. Brádliga leypa tveir seyðir út á vegin, og fyri ikki at raka teir, velur kvinnan at snara undan.

 

Ólukkutíð missir hon tamarhaldið á bilinum av bráu vendingini og renir inn í bilverjuna fram við vegnum. Seyðurin slapp snikkaleysur, men tað gjørdi bilurin ikki.

 

Fólk, sum komu til Havnar í morgun, sóu bilin standa við vegjaðaran. Av løgreglustøðini verður sagt, at kvinnan var skelkað, men hevði kortini ikki fingið mein.