Hann sat í einum góðum og tryggum starvi sum fótbóltsvenjari á stórum universiteti við upp til 14.000 næmingum um dagin harav 2.000 búgvandi. Við síðuna hevði hann venjarastarv hjá felagnum St. Pete Raiders, nakað, sum fór fram í størsta forstáilsi við universitetið.
Hann var tryggjaður fyri lívið, og hevði enntá bæði tryggingar og pensjón. Kortini valdi hann at taka møguleikan við KÍ.
Sambært sakføraranum gjørdi Tony Paris púra greitt, hvat hann kravdi av leikarum og leiðslu og fyri tað eisini av sponsorum. Tað varð alt lagt fram á einum fundi í býráðshøllini í juli 2005, og tað varð góðtikið av øllum pørtum.
Hann hevði fingið tryggja sær, at lønin í minsta lagi var á sama støði sum heima í Florida, sjálvt um tað merkti eina størri grundløn í Føroyum.
Men ein stór útskifting var farin fram í KÍ og feløgunum rundan um frá tí, at sáttmálin varð undirskrivaður í august 2005 og til Tony Paris tók við starvinum í februar 2006.
Jens Wang vísir á, at venjarin metir lítið skil vera á nýggju nevndunum og er ógvuliga ørkymlaður. Alla staðni rennir hann seg inn í ein múr.
Hann hevur ofrað alt fyri KÍ, men KÍ vil eftir øllum at døma bara av við hann, sigur Jens Wang.
Hunddálkaður
Nú metir S/pf KÍ, at tá sáttmálin liggur hjá S/pf KÍ Fyriskipan, sum langt síðani er farið á heysin, hevur Tony Paris onga samráðingarstyrki, so nú er lag á manni at siga venjaran úr starvi, procedurerar Jens Wang.
Hann sigur, at dugnaligi venjarin nú hevur fingið navn sítt hunddálkað við tí úrsliti, at tað ikki hevur borið til at fingið annað nær líknandi líka gott starv aftur, eftir at hann er komin heim aftur til USA, við stórum fíggjarligum avleiðingum sum fylgi.
Síðani vísti hann aftur øllum ákærum móti Tony Paris. Tað verið seg samstarvstrupulleikarnar, sum – um nakrir vóru – stavaðu frá, at KÍ ikki helt sáttmálan og Tony Paris tískil gjørdi vart við hetta.
Jens Wang førdi eisini fram dokumentatión fyri, at venjarin hevur leikt við Ipswich Town á ungdómsstøði, millum annað við liðmynd har Tony Paris var á saman við fleiri seinni kendum leikarum.
Eisini førdi sakførarin fram, at svarið hjá Tony Paris um sáttmálan hjá Høgna Madsen, var tikin út úr samanhangi, og at úttalilsi hansara í Dimmalætting 15. mai 2007 tí vóru sonn.
Óuppsigiligur
Hann dró aftur á tað, sum hann hevði víst á allan dagin í rættinum, hetta, at tá nevndin í S/pf KÍ fann útav, at KÍ hevði yvirtikið sáttmálan frá 2. august 2005, sum S/pf KÍ Fyriskipan hevði við Tony Paris. Og tá hendi eitt hamskifti.
Jens Wang vísir til ein mail frá Aksel V. Johannesen dagfestur 24. mai, har táverandi formaður í S/pf KÍ staðfestir, at sáttmálin ikki kann uppsigast fyrr enn í fyrsta lagi 1. januar 2008 við seks mánaða freist, og at endurgjaldsupphæddin er 160.000 dollarar, men hann bjóðar 50.000 dollarar í endurgjaldi.
Hann metti, at rætturin átti at leggja upprunaligu grundgevingarnar fyri uppsøgnini, nevniliga vánaligu úrslitini, til grund.
Hóast talan fysiskt er um tvey skjøl helt sakførarin seg kunna staðfesta, at talan í veruleikanum var um ein sáttmála. Men tá ið S/pf KÍ ongantíð hevði yvirtikið nakran sáttmála frá undanfarna felagnum, hevði felagið heldur ongan rætt at siga venjaranum úr starvi. At enda vísti Jens Wang til líknandi sakir, har dómarnir gingu hansara sak til vildar.