Ófødda barnið eigur eisini rættin til lívið

- Politiskt ynski eg, at vit fara at verja børnini í móðurlívi betri. Hesi eru eisini menniskju og eiga tískil rættin til lívið, sigur Reimund Langgaard.

 

Hvat hevur tú at siga um árið 2013?

 

- Persónliga hevur 2013 verið eitt gott og spennandi ár. Gleðist um, at tey nærmastu hava tað gott, og at heilsan hjá okkum øllum er góð. Eisini var túrurin til Kambodja í mai eitt stórt upplivilsi, har vit eitt nú vitjaðu nýggja skúlan, sum 2. flokkur í Leirvíkar skúla hevur fíggjað - allan, sum hann er. Konan er úr Kambodja, og er tað sera spennandi at síggja, at kirkjurnar í landinum ganga nógv fram, og at nógv menniskju vera hjálpt gjøgnum tær. Eisini gleðist eg um, at tað tykist sum, at barónurin hevur verið til stóra gleði hjá nógvum familjum. 

Reimund Langgaard vísir á, at politiskt hava verið nógvar avbjóðingar, eitt nú við blokadu frá ES og nú lutvíst eisini frá russum, men vit kunnu tó fegnast um, at búskapurin gongur rætta vegin, og at arbeiðsloysið er minkandi.

 

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?

 

- Nýggjársaftan eta vit ræst kjøt heima hjá okkum. Síðan fara vit út á Høvdavirkið, har virkið bjóðar suppu og skjýtir fantastiska flott fýrverk. Flest øll bygdafólk og nógv avbygdafólk plaga at møtast har, og er hetta kanska hæddarpunktið á nýggjarshaldinum hjá mær í ár. Eftir tað samlast vit saman við nøkrum vinfólkum til spøl og hugna, og síðan skal eg hava ein andakt klokkan 2 í Missiónshúsinum, har tey ungu skipa fyri opnum húsi. Eg eri lítið fyri at senda fýrverk sjálvur, men eri glaður fyri, at nøkur tíma tað.

 

Gevur tú nýggjárslyfti?

 

- Okkurt árið havi eg givið okkurt nýggjárslyfti, men havi ikki avgjørt, hvat eg fari at gera í ár. Kundi hent, at eg fari at royna at liva sunnari og eta minni.

 

Hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- Eg ynski, at tað fer at gangast væl hjá mær og mínum, føroyska samfelagnum og eisini Kambodja, sum eigur ein part av mínum hjarta. Um eg skal taka eitt politiskt ynski fram, so ynski eg, at vit fara at verja børnini í móðurlívi betri, tí eftir míni fatan eru hesi eisini menniskju og eiga tískil sjálvsagt rættin til lívið.

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?

 

- Væntandi verður sera nógv virksemi í 2014. Land, kommunur og vinnulív koma væntandi at gera nógvar stórar íløgur. Helst verða tvær oljuboringar, og harumframt koma vit vónandi at byrja upp á Skálafjarðartunnilin í 2014. Aftrat hesum er skatturin lækkaður, rentan er lækkað, og tryggingargjøldini eru eisini lækkað. Havi persónliga bjartar vónir fyri 2014 - serliga, um vit finna olju, men eisini, um vit ikki finna olju. Eg vil at enda nýta høvi til at ynskja øllum eitt av Harranum signað nýggjár - við tøkk fyri tað brátt farna, sigur Reimund Langgaard.