Tey, sum sluppu livandi frá tilburðinum, tá flogvápnið hjá Saddam Hussein bumbaði býin Halabja við eiturbumbum í 1988, vilja nú hava endurgjald frá teimum fyritøkunum, sum seldu fyrrverandi irakska einaræðisharranum eiturgass.
Kamil Abdel Qader, sum er talsmaður hjá teimum, sum sluppu livandi frá álopinum, sigur við AP, at lond, sum styðjaðu táverandi stýrið í Irak, skulu eisini dragast til svars. Tað snýr seg millum annað um USA, sum seldi Irak tyrlur og aðra hernaðarútgerð til kríggið við Iran, og Bretland, Frakland og fleiri fyrrverandi sovjetsk lýðveldi verða ætlandi eisini drigin fyri rættin.
Eiturálopið á Halabja kostaði umleið 5.000 mannalív, og tær skelkandi myndirnar av deyðum mammum og børnum skakaðu heimin. Bara nøkur fá hundrað fólk sluppu frá álopinum á lívi.










