Okkurt av offrunum, sum vórðu stungin og skorin við knívi í Norðdepli síðsta summar, vóru í alvorligum lívsvanda og hjá øðrum kundi lívsvandi staðist av.
Les eisini: Ákærdur fyri drápsroynd á fýra fólk
Tað vísa tær teknisku royndirnar, sum læknarnir hava gjørt, nú ein maður er ákærdur fyri at hava roynt at taka lívið av fýra fólkum í Norðdepli síðsta summar.
Les eisini: Ákærdur fyri at hava barnaporno á telduni
Í morgun var farið undir nevningating, har 12 nevningar, og ein dómari, skulu taka støðu til, um maðurin er sekur, og, hvørja revsing hann skal hava, ella um hann er ósekur.
Les eisini: Ákærdi maðurin bílegði leðurgassa og hondjørn
Í dag hevur ákærin lagt prógv fram, eitt nú læknaváttanir um, støðuna hjá teimum fýra fólkunum, sum vórðu stungin og skorin.
Og niðurstøðan er, at okkurt av offrunum var í álvarsligan lívsvanda, har skjót viðgerð var neyðug fyri at bjarga lívinum.
Okkurt annað av offrunum kundi eisini komið í lívsvanda, tí tey vóru stungin tætt við stórar pulsæðrar.
Eitt av offrunum hevði tríggjar stingir og skurðir á hálsinum og á rygginum og kundi havt verið í lívsvanda, tí skurðurin í hálsinum var tætt við pulsin.
Eitt annað av offrinum hevði 22 stingir og skurðir í hálsinum, á rygginum og ymsastaðni aðrastaðni á kroppinum og eitt triðja offur hevði eisini trý sár í andlitinum og alboganum.
Ringast stóð til hjá fjórða offrinum, sum hevði fimm stingir og sár á kroppinum, har serliga stingir í búkin vóru so meinir, at hann var í álvarsligum lívsvanda.
Læknarnir siga, at tað er væl trúligt, at tað er knívur, sum hevur elvt til sárini.
Annars vísa kanningar, at maðurin, sum er ákærdur, var ávirkaður av rúsdrekka, tí blóðroyndirnar vístu, at hann hevði 1,06 promillu í blóðunum stutt eftir at hann var handtikin. Hinvegin vísti blóðroyndirnar ongi spor av heilivági ella rúsevnum í blóðunum.
Læknarnir meta harafturat, at hann er ikki sinnissjúkur og var heldur ikki sinnissjúkur. tá ið hann, sambært ákæranum, skal hava framt ógerningin.
|