Offur fyri yvirgangi er »Ársins dani 2015«

Dan Uzan, sum varð myrdur undir skotálopinum í Keypmannahavn 15. februar hevur vunnið »Berlingskes pris Årets Dansker 2015«

 

Tað skrivar Berlingske í tíðindaskrivi.

 

37 ára gamli Dan Uzan stóð á varðhaldi uttan fyri synagoguna í Krystalgade í innara Keypmannahavn, tá hann varð skotin og dripin av illgerðarmanninum.

 

Grundgevingin fyri at lata Dan Uzan heiðurslønina er, at hann doyði meðan hann vardi onnur, segði Tom Jensen, chefredaktørur á Berlingske, tá hann lat familjuni hjá Dan Uzan heiðurslønina.

 

Niðanfyri síggjast myndir úr Keypmannahavn lagnunáttina í februar, tá tvey fólk vórðu skotin til deyðis.