Offur fyri kynsligum ágangi skulu hava uppreisn

Føroyingar, sum hava verið fyri kynsligum ágangi av pedofilum, blóðskemd ella á annan hátt, skulu hava uppreisn.

Tað er endamálið við einum bólki, sum nú er stovnaður og beint eftir nýggjár verður kunnandi fundur í Føroyingahúsinum í Esbjerg.

Anja Jacobsen, sum er stigtakari, sigur, at í samband við at tey savna inn undirskriftir undir heitinum ”Nødråbet-vi vil høres”, hava tey stovnað bólkin við tí endamáli at nú skulu tey hava uppreisn, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, men sum myndugleikarnir í Føroyum ongantíð hava hoyrt ella hava svikið, sum tey málbera seg.

Tey siga, at tað er stórt tal av mannalganum, sum eru so dyggiliga eru svikin, at nógv av teimum hava følt seg noydd at flýggja av landinum.

Anja Jacobsen sigur, at tey royna nú at savna hesi fólk í bólk, har tey kunnu avdúka tað, tey kalla eina óhugnaliga mentan í Føroyum.

- Endamálið er at fáa mynduleikarnar í talu at vísa teimum á øll hesi fólkini, sigur hon.