- Eg kundi gitt, at lásamálið fór at enda á forsíðuni, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann er ikki í iva um, at tekningarnar hjá Óla eru millum bestu politisku viðmerkingarnar í Føroyum.
Høgni Hoydal metir hinvegin, at Óli kanska er í so lítið loysingarsinnaður, men flennir at háttinum Óli teknar hann.
- Hann fangaði nokk so skjótt, at oyrini hjá mær ganga úteftir onkra aðrastaðni enn hjá summum. Hann teknar meg eitt sindur sum ein av Dalton brøðrunum og eg skemti mær øgiligt við bókini. Eg verði eisini næstan fornermaður, um eg ikki verði teknaður, tí so geri eg ov lítið, greiðir Høgni Hoydal frá.
Sigur alt við nøkrum strikum
Kaj Leo Johannesen metir, at tekningarnar hjá Óla greina politiska landslagið minst líka væl, sum langar greinar, ella annar tíðindaflutningur ger.
- Hann hevur nøkur serlig evni at lýsa eina støðu, sum onnur mugu nýta langar greinar til, sigur Kaj Leo Johannesen.
Báðir á forsíðuni eru samdir, men Jóannes Eidesgaard fer eitt sindur longur og metir, at Óli er á einum altjóða støðið, við sínum tekningum.
- Tað manglar veruliga eitt íkast, tá Óli er i feriu, metir Jóannes Eidesgaard. Í tí føri metir Høgni Hoydal, at mann skuldi havt fleiri, ið kunnu skemta við politisku støðuni í Føroyum.
Ikki nakar loysingarmaður
Forsíðufigurarnir, hurðamenninir báðir, eru á einum málið um, at Óli Petersen ikki er nakar loysingarmaður.
- Óli hevur nokk ongantíð dult, at hann ikki er so fegin um nakað loysingarprojekt, flennir Jóannes Eidesgaard.
- Hann er kanska nokk so einsíðugur tá tað handlar um loysingina, og tá er mann ikki altíð samdur, fyri at siga tað pent, men eg havi ongantíð verið fornermaður inn á hann, greiðir Høgni Hoydal frá.
Sloppin væl
Sum eitt slag av konsekvensi av forsíðuni í Skemt 2008 gjørdist Kaj Leo Johannesen løgmaður. Hann er á ein hátt fegin um, at hann ikki er teknaður so nógv.
- Tað er kanska okkurt við symmitriini í andlitinum, flennir løgmaður. Hinvegin er hann ikki so fegin um eina ávísa tekning, har hann sær rættiliga arrogantur út.
Stuttlig bók
Teir eru allir triggir á einum málið um, at bøkurnar eru øgiliga stuttligar og lýsa árið, ið er fari heilt væl.
- Allir politikarar lesa helst blaðið ígjøgnum, fyri at síggja, hvussu teir eru teknaðir og hvørja støðu teir eru komnir í gjøgnum árið, metir Kaj Leo Johannesen, løgmaður.