Politikarar í Føroyum gera ikki nógv fyri at hjálpa kvinnum, sum eru fyri harðskapi. Teir gera heldur ikki nógv fyri tey mannfólk, sum eru harðlig.
Tað heldur Elin Reinert Planck, dagligur leiðari í Kvinnuhúsinum.
Tí heldur hon, at nú eiga politikarar at gera støðuna upp og seta altjóða Cedaw sáttmálan í gildi í Føroyum.
Tað er ein altóða sáttmáli sum staðfestir hvørji rættindi kvinnur hava.
- Verður hesin sáttmálin settur í gildi í Føroyum, er tað ein formlig, politisk staðfesting av, at her verður harðskapur ímóti kvinnum ikki toldur.
- Eg tori næstan at siga, at allir politikarar eru av teirri sannføring, at harðskapur eigur ikki at vera góðtikin. Men teir mangla bara at vísa tað í verki.
- Verður Cedaw sáttmálin settur í gildið fyri Føroyar, hava politikarar staðfest, at harðskapur ímóti kvinnum verður ikki góðtikin.
- So hóast hann sum oftast fer fram innanveggja í heiminum, er talan als ikki um eina privata sak, men um ein samfelagstrupulleika.
Forpliktar
Men tað forpliktar so eisini politikarar til at seta skipanir og reglugerðir í gildi, sum tekur hond um hendan trupulleikan.
Her hugsar Elin Reinert Planck serliga um lógarverk og sosialar skipanir, sum hjálpa kvinnum, sum hava verið fyri harðskapi og sosialar skipanir, sum taka hond um børn, sum liva í heimum, merkt av harðskapi.
Men hon saknar eisini almenn viðgerðartilboð til menn, sum eru harðligir.
- Harðskapurin steðgar ikki fyrrenn maðurin er givin at sláa og tí er tað eisini ein neyðugur partur í arbeiðnum fyri at steðga harðskapi ímóti kvinnum.
Hon hugsar serliga um, at harðskapur hevur tað við at ganga í arv, soleiðis at skilja, at synir, sum síggja pápa sín brúka harðskap, taka sjálvir til somu metodir, tá ið teir veksa til, so tað er ein ónd ringrás, sum má brótast.
- Tí er neyðugt, at maðurin fer í viðgerð fyri at broyta atferð fyri at koma trupulleikanum til lívs.
Hon saknar eisini, at menn, sum verða dømdir fyri harðskap ímóti kvinnum, í størri mun fáa viðgerðardómar heldur enn at teir bara verða settir í fongsul.
Men sostatt krevjast sosialar fyriskipanir, sum fevna um alla familjuna, sigur Elin Reinert Planck.
Hon sigur, at tað er ikki sagt, at hetta verður so stór útreiðsla fyri samfelagið, tí tað er ein sannroynd, at kvinnur, sum eru fyri harðskapi, eru kosta samfelagnum nógv í sjúkrafráveru og niðursettari arbeiðsorku.
Les eisini greinina: Næstan hvønn dag biðja kvinnur um hjálp og greinina: Føroyar dumpa í mannarættindum, umframt greinina: Almennur fundur um harðskap ímóti kvinnum