Offrar fulltíðarstarv fyri pensjónistar

Sands Bygdarráð ætlar at finna sparingar á fíggjarlógini, so dagtilhaldið í kommununi kann halda fram. Ein av sparingunum verður allarhelst, at ætlaða fulltíðarstarvið hjá borgarstjóranum verður spart burtur aftur

Allar kommunur, sum í dag hava dagtilhald, eru komnar í eina trupla støðu, nú landið ógvuliga knappliga valdi, at spara stuðulin til hesi burtur.

Sum skilst á kommununum er tað ikki eins nógv tað, at stuðulin er burtur, sum tann sannroynd, at hann varð strikaður eftir, at kommunurnar høvdu lagt sínar fíggjarætlanir, sum órógvar. Tað bar tískil ikki til hjá teimum, at leggja upp fyri hesum, og tí mugu allar konti gjøgnumgangast av nýggjum og sparingar finnast, skulu komunurnar varðveita síni dagtilhald.

Ein av kommununum, sum avgjørt hevur í kvittanum at varðveita hetta balsamið fyri eldri sálir, er Sands Kommuna.

- Við tað, at landið hevur skorið stuðulin burtur, eru fyritreytirnar knappliga broyttar. Nú er ikki longur talan um eina oyggjauppgávu, men eina uppgávu hjá Sands Kommunu burtur av. Hetta av tí, at vit hava lagt hús til, meðan flutningsskipanin frá hinum bygdunum hevur verið goldin av landinum, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi.

Dagtilhaldið hevur annars riggað sera væl, heilt frá byrjan av, og nógv fólk hava gjørt brúk av hesum møguleikanum.

- Vit hava opið her tríggjar dagar um vikuna, og her møta eini 20-25 fólk hvørja ferð. Elsti brúkarin er upp móti 90 árum, og so koma fólk niður til pensjónsaldur og onkur eisini, sum er niðanfyri tað í aldri, sigur Kristina á Reynatúgvu, leiðari á dagtilhaldinum.

 

Stóran týdning

Sum nevnt oman fyri er dagtilhaldið eitt tilboð til pensjónistar og eldri í allari oynni, og tað er skipað fyri bussambandi úr hinum bygdunum til umsitingarbygningin hjá Sands Kommunu, har dagtilhaldið hevur hildið til, síðani tað læt upp í januar/februar 2003.

- Tað var hildið at vera betri at savna øll saman á sama stað, heldur enn at sita nøkur fá tandur í hvørjari bygd sær. Og so er hetta eisini ein bíligari máti at skipa dagtilhaldið, sigur Kristina á Reynatúgvu.

Býtið millum tey vitjandi er ikki serliga javnt, tí tann allarstørsti parturin er konufólk, sum gera nýtslu av dagtilhaldinum.

- Vit hava kortini nakrar fáar menn, sum vitja okkum fast. Teir eru ikki nógvir, og eg dugi ikki at siga, hví so er. Kanska hava teir annað at taka sær til um dagarnar, sigur Kristina á Reynatúgvu.

Tað harmar leiðaran almikið, at landið nú hevur skorið stuðulin til dagtilhaldini kring landið burtur, tí hesi hava sera stóran týdning fyri tey eldru.

- Teir brúkarar, sum koma í dagtilhaldið, eru heimabúgvandi fólk, og tað, sum vit arbeiða við, er alt stimbrandi fyri tey, so tey kunnu verða verandi heima so leingi sum gjørligt. Nakað, sum eisini er ógvuliga týdningarmikið fyri tey, tí teirra ynski er at kunna búgva heima sum longst. Og har aftrat er tað eisini ein nógv bíligari loysn fyri landið, at tey kunnu klára seg heima so leingi sum gjørligt, heldur enn at búgva á einum røktarheimi, ella hava brúk fyri nógvari heimahjálp, sigur Kristina á Reynatúgvu.

Tað fer tí at koma ógvuliga illa við, skuldi dagtilhaldið verið niðurlagt.

- Hetta er eitt stað, har tey eldru kunnu møtast og virka saman, har tey kunnu gera ymisk stuttlig, hugnalig og mennandi ting saman. Hesi fólkini hava ikki so nógv støð, har tey kunnu hittast, sjálvt um tey koma nakað inn til hvønn annan. Men hetta er so einasta staðið, har tey kunnu hittast, og tað vildi verið ógvuliga harmiligt, skuldi hetta dottið niður fyri, sigur Kristina á Reynatúgvu.

 

Fegin fyri tilboðið

81 ára gamla Harriet Krog er ein av mongu brúkarunum, og henni dámar sera væl at koma á dagtilhaldið.

- Ja, tað dámar mær sera væl. Eg eri komin higar heilt frá fyrsta degi av, sigur Harriet Krog.

Hon tekur lut í ymsu aktivitetunum, og fær tíðina at ganga við at binda.

- Nú eru vit eisini farin undir at veva, so tað er tað mesta, eg takist við her á dagtilhaldinum, sigur Harriet Krog.

Hon heldur, at dagtilhaldið hevur sera stóran týdning fyri tey gomlu.

- Eg haldi, at tað hevur nógv at týða. Eg eri einsamøll, og vit hava tað ógvuliga hugnaligt saman. Vit verða væl viðfarin, so eg havi bara alt gott at bera dagtilhaldinum, sigur Harriet Krog.

Hon heldur lítið um avgerðina hjá landsins myndugleikum at taka stuðulin til dagtilhaldini burtur.

- Nei, tað dámar mær einki. Vit hava tað so ómetaliga hugnaligt her, og verður hesin møguleikin tikin burtur, sita vit bara heima og visna burtur og blíva fyri ongum, sigur Harriet Krog.

Hon hevði tí verið sera fegin, um kommunurnar í oynni tóku seg saman og funnu útvegir fyri, at dagtilhaldið kundi hildið fram.

- Tað høvdu vit verið ógvuliga fegin um, sigur hon.

Harriet Krog hevur eisini sína teori um, hví menninir ikki halda seg framat í dagtilhaldinum í sama mun sum kvinnurnar.

- Eg haldi, tað er tí, teir eru so smædnir, sigur hon.

 

Offrar fyri pensjónistar

Tað eru vónir fyri, at ynskini hjá leiðaranum, Kristinu á Reynatúgvu, og hjá Harriet Krog, verða uppfylt. Í hvussu er um tað stendur til borgarstjóran á Sandi, Páll á Reynatúgvu.

- Dagtilhaldið á Sandi hevur verið ógvuliga væl vitjað og ógvuliga væl virkandi, og vit ynskja at gera alt, vit kunnu, fyri at halda lív í dagtilhaldinum, sigur Páll á Reynatúgvu.

Hann sigur, at Sands Kommuna hevur sett seg í samband við hinar kommunurnar í oynni fyri at vita, hvat tær orka fíggjarliga, og eftir førimuni at verða við at lyfta ta uppgávuna.

- So hava vit eisini havt ta ætlan á Sandi, at seta borgarstjóran í fulltíðarstarv, men nýggja kommunustýrið – kanska sum ein beinleiðis avleiðing av, at stuðulin til dagtilhaldini er skorin burtur – hevur valt, at halda fast um verandi setanarbræv hjá borgarstjóranum. Vit fara tí at skera peningin til ein fulltíðarsettan borgarstjóra burtur, og í staðin nýta peningin til at reka dagtilhaldið víðari við, sigur Páll á Reynatúgvu.

Borgarstjórin á Sandi sigur, at brúkararnir koma frá allari oynni, og tí hevði tað verið ynskiligt, at allar kommunurnar stóðu saman um dagtilhaldið, eisini tí ein flutningsskipan er inni í myndini at flyta brúkararnar frá hinum bygdunum til Sands.

- Húsavíkar Kommuna hevur boðað frá, at hon er positivt sinnað at verða við, og eg vóni, at Skálavíkar Kommuna og Skopunar Kommuna eisini megna at verða við til at lyfta hesa uppgávuna, sigur Páll á Reynatúgvu.

Hann vónar, at tað fer at bera til at varðveita dagtilhaldið á Sandi, tí hetta tilboðið hevur sera stóran týdning fyri tey eldru

- Hetta er eisini eitt hitt best vitjaða dagtilhaldið í landinum, og hevur longu prógvað sítt virði sum fyribyrgjandi tiltak fyri tey eldru, so hesi kunnu verða verandi so leingi í egnum heimi sum tilber, sigur Páll á Reynatúgvu.