– Prentmiðstøðin skal ikki bestemma, um Dimmalætting kemur út ella ikki, sigur blaðstjórin, sum týðuliga er firtin um, at tað fær avleiðingar, at hann ikki rindar fyri sínar tænastur.
Og at hjálpa sær hevur hann fingið blaðmannin, Svein Tróndarson, sum ikki himprast við at seta trúvirði hjá sær sjálvum í vanda fyri sakina.
Í drúgvari – og púra ókritiskari og kelduleysari grein í blaðnum í gjár leggur hann fram konspiratiónsteoriirnar hjá Eyðfinni Reyðberg og Árna Gregersen um komplottið hjá BankNordik og Nema um, at bankin vil hava Dimmalætting og Sosialin løgd saman til eitt blað, soeliðis at úrslitið hjá Nema kann betrast.
Hetta komplott kenna vit ikki á Sosialinum. Men uttan iva er hetta ein roynd at leggja roykslør yvir veruliga trupulleikan – og geva fólki ta fatan, at skilið helst er líka ringt hjá Sosialinum, sum hjá Dimmu.
Men so er ikki. Sosialurin rindar fyri allar sínar tænastur. Sosialurin hevur onga bankaskuld, og Miðlafelagið, sum eigur Sosialin, røkir allar sínar skyldur mótvegis bankanum.
P/F Sosialurin hevur eina eginogn upp á 7,7 milliónir krónur. Ársúrslitið í fjør var ein vinningur upp á 1,3 milliónir krónur, og úrslitið í ár verður á sama støði.
Eginognin hjá Dimmu var á nýggjárinum minus 1,5 millión. Ársúrslitið í fjør var minus 600.000 kr.










