Julian Johansen, venjari hjá Kyndli hevði blandaðar kenslur aftaná dystin ímóti VÍF, sum endaði við javnleiki 27-27 (17-17). Julian er lættur um at fáa ein javnleik við síðsta kastinum í dystinum, men iðrar seg samstundis, at Kyndil ikki fekk fult, sum hevði givið liðnum betri møguleikar í oddastríðnum í FTZ deildini.
Julian Johansen tilskilar sær sjálvum æruna fyri, at Kyndil fekk eitt brotskast í allarseinasta sekundi. Hann staðfestir, at hevði hann ikki lopið út til dómararnar og forklára teimum, at Kyndil átti brotskast, tá Sámal Joensen óregluliga steðgaði einum álopi hjá Kyndli, so hevði Kyndil ikki fingið brotskast: - Eg tók gjarna eitt reytt kort fyri at fáa hatta brotskastið, segði Julian Johansen, sum fekk reyða kortið fyri at leypa inn á vøllin og geva sína meining til kennar yvirfyri dómarunum.
Julian Johansen niðurtónar, at Kyndil er partur av FM-finalustríðnum. Hann sigur, at liðið spælir fyri æruni, og fyri at vísa, at liðið er væl betur enn teir vístu í fyrru hálvu av kappingini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Julian Johansen aftaná dramatiska javnleikin millum Kyndil og VÍF.










