Ófatilig styrki: Boygdi jarn sum smør

Hann var krútsterkur, kendi íslendingurin, Ursus, sum eisini gjørdist kendur í Føroyum fyri hálvari øld síðan.

Í eini handavend finst ikki nógv tilfar á netinum um sterka íslendingin - Ursus - sum fleiri tilkomnir og eldri føroyingar enn munnu minnast. Ursus var ymsastaðni í Føroyum og vísti, hvussu sterkur hann var.

 

Søgur eru um, at onkur føroyingur bjóðaði honum av, kanska í at lyfta ella at hála í sterkar fjarðar, og sagt verður eitt nú úr Suðuroy, at har var onkur í sínari tíð sum lyfti meira enn Ursus. 

 

Um nakar føroyingur í fimmtiárunum mundi vera sterkari enn sjálvur Ursus, sum ivaleyst eisini var í góðari venjing, skulu vit lata standa ósvarað. Men, á Tangavirkinum í Vági hongur á vegginum eitt prógv um, at Ursus var ógvuliga sterkur.

 

Myndin vísir eitt flatjarn, sum er tríggjar sentimetrar breitt og ein sentimetur tjúkt. Hetta jarnið hevur verið í Vági, heilt síðan Ursus í sínari tíð var í Føroyum og vísti sína styrki.

 

Í Vági siga tey, at Ursus kom inn á gólvið í smiðjuni og spurdi um flatjarn. Tey kendu tá ikki mannin. Hann skuldi vísa styrki í Framtíðini í Vági hetta kvøldið, og tí skuldi hann brúka hetta jarnið.

 

Úr Vági verður sagt, at Ursus tók hetta jarnið aftur um nakkan, bendi tað frameftir og snaraði tað síðan tvørtur um handliðir sínar, soleiðis sum myndin vísir, at hann hevur gjørt. 

 

Lagt verður aftrat, at "holini" - ella rundingarnir - í jarninum eru so líkir í stødd, at tað eru bert einir 2 ella 3 millimetrar á muni. Dagin eftir, at hann hevði verið í Framtíðini, kom hann aftur í smiðjuna við jarninum, sum hongur á vegginum á Tangavirkinum.

 

Jú, so víst, hevur hesin Ursus verið eitt ordiligt - og ófatiligt - krút, um vit so kunnu siga.