Ófaklærd sleppa nú at fáa sær útbúgving

Fólk, sum hava arbeitt í áravís við ongari útbúgving, skulu nú fáa møguleikan til at fáa sær útbúgving

Fólk, sum hava arbeitt í nógv ár, uttan at hava eina formliga úbuúgving, skulu nú fáa møguleika til at fáa sær eina útúgving.

 

Landsstýrið fer í næstum at leggja uppskot um førleikmenning fyri Løgtingið.

 

Eftir lógini skulu fólk fáa møguleika at fáa mett um sínar førleikar.

 

Og tá ið tað er gjørt, kunnu tey fara undir undir førleikamenning í almennu útvingarskipanini, altso fáa sær eina útbúgving.

 

Tá ið mett verður um førleikar, verður eitt nú hugt eftir arbeiðsroyndum, skeiðum, útbúgvingum, sum ikki eru fullførdar o.s.fr.

 

- Endamálið við førleikametingini er sostatt at geva fólki við lítlum ella ongum formligum førleikum, altso ófaklærdum, møguleika at fáa mett sínar fakligu førleikar, tey hava ognað sær í arbeiðslív ella á annan hátt, sigur landsstýrið í einum uppskoti, sum er sent ymsum avvarandi pørtum til ummælis

 

Tá ið ein meting so er gjørd av førleikunum hjá fólki, kunnu tey so fara undir eina formliga útbúgving at menna sínar førleikar.

 

Endamálið er eisini at geva fólki møguleika at endurútbúgva seg, so at tey kunnu royna seg á øðrum økjum á arbeiðsmarknaðinum.

 

Útbúgvingartíðin og møgulig starvsvenjingartíð kunnu so verða stytt, alt eftir, hvørjar førleikar, fólk hava frammanundan.

 

- Hetta skapar størri flytføri hjá tí einstaka og fyri arbeiðsmarknaðin sum heild og gevur fólki, betri møguleika at verða verandi á arbeiðsmarknaðinum, hóast fortreytirnar broytast.

 

- Umframt hetta eru tað uttan iva eisini fleiri, sum hava drúgvar royndir og ymisk skeið, sum eisini hava hug at nema sær hægri útbúgving og eisini tey kundu fingið gagn av hesi førleikametingar- og menningarskipan, sigur lansstýrið.

 

Støðan í ALS er tann, at eini 40 prosent av teimum arbeiðsleysu hava bara fólkaskúlaútbúgving. Hinvegin hava 13 prosent av teimum arbeiðsleysu miðnámsútbúgving, umframt at 15 prosent hava eina styttri útbúgving enn miðnám.

 

- Tað merkir, at ímillum 53 prosent og 68 prosent av teimum arbeiðsleysu ikki hava eina førleikagevandi útbúgving, sum faklærd.

 

- Tølini vísa eisini, at tað er hesin bólkur, sum er longst í arbeiðsloysisskipanini, og tí hevur tað truplast at sleppa aftur á arbeiðsmarknaðin. Samstundis er tað hesin bólkur, ið er tann, ið fær tað minsta mánaðarliga útgjaldið frá Arbeiðsloysisskipanini.