Dugnaligi týski landsliðsspælarin hjá Arsenal, Mesut Özil er veruliga assistkongurin í Premier League hetta kappingarárið. Mesut Özil hevur longu lagt upp til 13 mál í Premier League, og leggur hann upp til átta mál aftrat hjá Arsenal í Premier League hetta kappingarárið setir hann met. Gamla metið eigur Arsenal-legendan, Thierry Henry við 20 assistmálum, kappingarárið 2002-2003.
Topp 8 spælararnir í Premier League, tá talan er um málgevandi sendingar (assists) í Premier League søguni :
02/03 – Thierry Henry, Arsenal 20 (met)
14/15 - Cecs Fabregas, Chelsea 18
13/14 - Steven Gerrard, Liverpool 13
12/13 - Juan Mata, Chelsea 12
11/12 - David Silva, Manchester City 17
10/11 - Nani, Manchester United 17
09/10 - Frank Lampard, Chelsea 13
Sostatt er Mesut Özil javnur við Frank Lampard, men heldur týskarin stílin er sannlíkt, at hann setir Premier League met við málgevandi sendingum (assists).
Norska TV2 hevur gjørt eitt ótrúligt yvirlit, sum vísir hvussu nógv mál Mesut Özil hevur skotið, og hvussu nógv mál hann hevur lagt upp til í Bundesliguni, La Liga og í Premier League, umframt málini hann hevur skorað og lagt upp til, tá hann hevur spælt fyri týska landsliðið :
Yrkisleiðin higartil (bert ligadystir í Onglandi, Týsklandi og í Spania) :
• 2015/2016: Arsenal - 2 mál, 13 málg.
• 2014/2015: Arsenal - 4 mál, 5 málg.
• 2013/2014: Arsenal - 5 mál, 9 málg.
• 2013/2014: Real Madrid - 0 mál, 0 málg.
• 2012/2013: Real Madrid - 9 mál, 14 málg.
• 2011/2012: Real Madrid - 4 mál, 17 málg.
• 2010/2011: Real Madrid - 6 mál, 18 málg.
• 2009/2010: Werder Bremen - 9 mál, 15 málg.
• 2008/2009: Werder Bremen - 3 mál, 14 málg.
• 2007/2008: Werder Bremen - 1 mál, 1 málg.
• 2007/2008: Schalke 04 - 0 mál, 3 málg.
• 2006/2007: 19 Schalke 04 - 0 mál, 1 málg.
Samanlagt: 110 málgevandi sendingar (assists)
Landsdystir:
• 2015: 4 dystir. 0 mál, 4 málg.
• 2014: 10 dystir. 1 mál, 3 málg.
• 2013: 9 dystir. 3 mál, 6 málg.
• 2012: 13 dystir. 6 mál, 6 málg.
• 2011: 9 dystir. 5 mál, 7 málg.
• 2010: 14 dystir. 2 mál, 5 málg.
• 2009: 7 dystir. 1 mál, 7 málg.
Samanlagt: 38 málgevandi sendingar (assists)
Kelda: Norska TV 2/Infostrada