Øssur: Vit hava verið ov óstabilir

Framherjin hjá ÍF mátti bara staðfesta, at FM-lagnan lá ikki í teirra hondum.

Effodeildin: Framherjin hjá ÍF, Øssur Dalbúð fegnaðist um 3-1 sigurin ímóti NSÍ í Fuglafirði ígjár, men samstundis mátti hann ásanna, at FM-lagnan ikki lá í teirra hondum. 

 

- Vit hava ikki verið nóg stabilir, segði Øssur Dalbúð við Hilmar Jan Hansen aftaná dystin. 

 

Liðskiparin hjá NSÍ, Klæmint Olsen ásannaði, at tað var eitt afturstig fyri teir at tapa ímóti ÍF, samstundis, sum B36 vann á EB/Streymi við Margáir. Klæmint hevur kortini vónir um, at NSÍ kann vinna á HB leygardagin, samstundis sum ÍF vinnur á B36 í Fuglafirði, og bronsan koppar yvir til NSÍ.

 

Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Øssur Dalbúð og Klæmint Olsen søgdu við Hilmar Jan Hansen aftaná dystin.