Hósdagin 25. juni letur summaframsýning upp á Galleri Helle Knudsen í svenska høvuðsstaðnum.
Fleiri norðurlendsk listafólk luttaka á framsýningini, sum verður opin fram til hálvan august. Ein av teimum er fuglfirðingurin Øssur Mohr, sum hevur sýnt nógv fram uttanlands gjøgnum árini.
Hini listafólkini á framsýningini eru Marie Sjølin, Tomas Gustavsson, Marianne Markvad og Tomas Colbengtson.