Øssur stóð fyri málveitslu á Svangaskarði

1. DEILD: 10 mál vórðu skorað, tá ið árstalsfeløgini B68 og B36 hittust

Tað var undirhaldandi, tá ið teir næstbestu hjá B68 leygardagin høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá B36.

 

Venjari hjá B36 er gamli B68 spælarin og venjarin Øssur Hansen, og tað vóru Øssur og hansara menn, sum fóru av Svangaskarði við øllum stigunum.

 

B36 vann 7-3 eftir hálvleiksstøðuna 4-1 til B36.

 

Sjáldsamt var tað, at B68 í fyrra hálvleiki gjørdi tvey sjálvmál.

 

Tað fyrra ver eftir eitt stórt korter. Tríggjar minuttir seinni økti Tyrni í Sjúrðagarði um munin til 2-0 til B36. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur, at 18 ára gamli Tyrni í Sjúrðagarði skoraði í 1. deild. Í 32. minutti gjørdi B68 aftur sjálvmál, og tveir minuttir seinni var tað spanski Pedro Tarancon Anton, sum minkaði um munin til 3-1. Pedro kom í 2016 úr Spania og á Svangaskarð at spæla fótbólt, og nú er hann búsitandi í Føroyum. Hetta var 15. dysturin hjá 37 ára gamla Pedro í næstbestu deildini í ár, og hetta var fyrsta málið hjá honum í ár.

 

Næstu løtuna var tað stutt millum málini. Dygst undan steðginum økti Sámal Jákup Jacobsen um munin til 4-1, og seks minuttir eftir steðgin økti hann um munin til 5-1. 21 ára gamli Sámal Jákup Jacobsen hevur nú skorað fimm mál í 1. deild í ár.

 

Áðrenn eitt korter var farið av 2. hálvleiki, var B36 frammanfytri 7-1. Málskjúttar til 6-1 og 7-1 vóru Marius Allansson og Rói Fossabrúgv. Marius hevur skorað átta mál í 1. deild, og Rói hevur skorað tvey mál.

 

Síðstu løtuna pyntaðu Karstin Clementsen og Hjarnar Johansen um støðuna hjá B68. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá Karstin Clementsen í ár, og hetta var annað málið hjá Hjarnari Johansen.

 

Tveir teir síðstu dystirnir hjá B68 í næstbestu deildini á hesum sinni vera á heimavølli ímóti Víkingi og á útivølli ímóti EB/Streymi. B36 fer at spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík og Víkingi.