Øssur og Oddur trívast í B1908

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðu við Øssur Dalbúð, sum spælir í triðbestu donsku deildini her

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Øssur Dalbúð, sum saman við Oddi Højgaard hevur eina góða fótbóltstilveru í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Ígjár spældi Øssur og Oddur allan dystin á tamb, tá B1908 á heimavølli leikti javnleik 0-0 ímóti Avarta. B1908 hava fingið eina góða byrjan uppá várið við tveimum sigrum og trimum javnleikum. 

 

Oddur og Øssur tørna út fyri Amager-felagið, B1908. Øssur heldur, at støðið er gott. Hann heldur, at tey bestu liðini í deildini eru betur enn nógv heimlig effolið.

 

B1908 er eitt sonevnt arbeiðarafelag. Eitt ósnobbut felag, har lag er hjá manni at trívast hjá føroyingum. Øssur dugir ikki at siga, um hann fer at gera ein leigusáttmála við eitt føroyskt felag í summar. 

 

Øssur hevur skotið tvey mál fyri B1908, síðani kappingin fór í gongd aftur 28. mars.