Mikudagin letur upp listaframsýning við Øssur Mohr. Fernisering verður kl. 16:00 og kemur Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, at flyta fram røðu og kemur Hans Andrias Jacobsen eisinin at syngja og spæla.
– Umframt lættari ábit og okkurt leskandi verður eisini møguleiki at heilsa upp á listamannin, siga fyrireikararnir.
Talan er um eina søluframsýning, sum fer at hanga uppi til seinnapartin av november. Tað er ókeypis at vitja, og er framsýningin opin yrkadagar frá 15:00 til 17:00 og sunnudagar frá 14:00 til 18:00.