Í dag lat upp framsýning við verkum hjá fulgfirðinginum Øssur Mohr í Galleri Sct Gertrud í Keypmannahavn.
Á framsýningini, sum kallast Ljósið, eru 22 nýggj verk hjá Øssur Mohr, og tey kunnu síggjast fram til 17. januar.
Tá ið fernisering var fyrr í dag, spældi ein annar fuglfirðingur, Stanley Samuelsen, nakrar sangir.
Galleri Sct Gertrud liggur í Møntergade 10 í Keypmannahavn.