Øssur Johannesen við nýggjum yrkingasavni

Á ólavsøku gav listamaðurin Øssur Johannesen út nýtt yrkingasavn.

Á ólavsøku gav listamaðurin Øssur Johannesen út nýtt yrkingasavn við heitinum Tá eg hoyri míni einsligu fótafet millum følnaðu heystbløðin.


Yrkingasavnið er ein samlingur av yrkingum við andaligari, mystiskari og filosofiskum innihaldi - eitt nú um Gud, deyðan, náttúruna, einsemi, ólukkuligan kærleika, tragiskar lagnur og pínufullar lívsroyndir.


Nýggja yrkingasavnið er eitt natúrligt framhald av síðsta yrkingasavninum Vindurin blæsir igjøgnum marki imillum tey livandi og tey deyðu.


Øssur er virkin listamaður, tónleikari og tónaskald. Hann hevur givið út hópin av fløgum og havt nógvar listaframsýningar bæði her heima og í Danmark, har hann býr.