Øssur Johannesen listaframsýning við Løkin

Framsýningin á Bókasavninum við Løkin læt upp í dag, fríggjadagin 23. september. Hon verður opin til og við týsdagin 25. oktober.

Øssur Johannesen, listamaður, tónleikari og skald, hevur eina listaframsýning á Bókasavninum við Løkin í Runavík.

 

Hann er víðakendur listamaður og er umboðaður á Listasavni Føroya og á listasøvnum í Danmark.

 

Øssur er eisini umboðaður í fleiri bókum um føroyska list, og bøkur um hansara list eru eisini útkomnar. 

 

Hann hevur havt fleiri framsýningar, bæði í norðanlondum og aðrastaðni.

 

Bara í ár hevur Øssur Johannesen luttikið á stórum listaframsýningum í París, Fraklandi, Hálandi og í Keypmannahavn.

 

Sum tónleikari hevur hann útgivið hópin av solo fløgum umframt duo saman við øðrum tónleikarum sum Karsten Vogel, Hans Karl Hansen, Hjalta Joensen, Agnari Lamhauge og Rasmus Rasmussen.

 

##med2##

 

Øssur hevur eisini skrivað yrkingasøvn, og hann hevur skrivað eina listabók um Tummas Jákup Thomsen.

 

Framsýningin á Bókasavninum við Løkin læt upp í dag, fríggjadagin 23. september. Hon verður opin til og við týsdagin 25. oktober.

 

Opið verður yrkadagar frá klokkan 13-18 og leygardag frá klokkan 10-14.

 

##med3##