Øssur hevur úttikið U19 landsliðið

Øssur Hansen hevur fleiri kend nøvn frá Betri deildini við í hópinum

Øssur Hansen er venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum - Mynd: www.FSF.fo

Sum liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum er á skránni í heyst, fer U19-landsliðið við dreingjum á venjingarlegu í Pinatar í Spania frá 3. til 10. september.

 

Umframt venjingar, skal føroyska liðið eisini spæla tveir venjingardystir, sum vera ímóti Skotlandi og Turkmenistan. Báðir dystirnir vera á Pinatar Arena í Pinatar, sum liggur úti við Miðjarðarhavið í landsynningspartinum av Spania.

 

Øssur Hansen er venjari hjá U19-dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 18 spælararnar, ið eru boðsendir til venjingarleguna í Spania. Hópurin telur fleiri kend nøvn frá Betri deildini sum Mattias Hellisdal, Bartal Páll Klein, Virgar Jónsson og Árni Nóa Atlason.

 

EM-undankappingin hjá U19 verður í Kosovo frá 11. til 20. november, og tá eru Føroyar í bólki saman við Kosovo, Spania og Eysturríki.

 

Hópurin:

 

Sámal á Steig, 07 Vestur

 

Jónatan Nattestad, 07 Vestur

 

Jónas Prior, 07 Vestur

 

Rasmus Olsen, FC Suðuroy

 

Torkil Holm, TB

 

Aron Arnoldsen, TB

 

Virgar Jónsson, EB/Streymur

 

Ingi Arngrímsson, Víkingur

 

Árni Nóa Atlason, Víkingur

 

Bjørn Bakk Bjarkhamar, Víkingur

 

Mattias Hellisdal, B36

 

Rúni Kjærbo, HB

 

Baldur Niclasen, HB

 

Djóni Samuelsen, HB

 

Sjúrður Henriksen, AB

 

Bartal Páll Klein, B68

 

Markus Isaksen, Skála

 

Aron Benjaminsen, Kristiansund BK (Noreg)

 

Øssur Hansen er venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum - Mynd: www.FSF.fo