Øssur Dalbúð skoraði aftur fyri B1908

B1908 vendi einum hóttandi tapi ímóti Herlev

Tað sá einki út hjá B1908 í vikuskiftinum, sum hevði Øssur Dalbúð og Odd Højgaard við frá byrjan, tá B1908 tók ímóti Herlev. 

 

Tá ein stórur tími var farin var heimaliðið aftanfyri 0-2. Men Øssur Dalbúð birti eina vón hjá B1908, tá hann løtuna aftaná 0-2 málið hjá Herlev, var hægstur í brotsteiginum hjá Herlev og stútaði bóltin í netið til 1-2.

 

B1908 pressaði Herlev í botn, men ikki fyrrenn í 88. minutti eydnaðist tað teimum at javna við einum sjálvmáli, tá eitt hart skot hjá Christian Bagger, sum sæst á myndini saman við Øssuri Dalbúð, var avrættað.

 

B1908 hevur 29 stig, men bert eitt stig er niður til niðurflytingarstrikuna, har heili seks lið detta úr deildini, tá hetta kappingarárið er liðugt.

 

Oddur Højgaard og Øssur Dalbúð spældu allan dystin á tamb ímóti Herlev.