Ørvur er ikki føroyameistari, men eingin ivast í, at Ørvur verður meistari, tá ið tað annan mánadag á Havnarvág verður sett punktum fyri hetta róðrarárið.
Sigurin í dag var tann sætti í seks kappingum, og harvið hevur Ørvur fult stigatal. Undan ólavsøku eru tað seks stig frá Ørvi og aftur til Risan.
Ørvur skeyt seg beinanvegin í dag skutin undan hinum, og tað var skjótt, at talan var um bæði hálva og heila bátslongd, og fram ímóti málinum var tað í stórum stíli, at Ørvur var fleiri bátslongdir undan hinum.
Í kappingini um næstfremsta plássið var Risin aftur bestur. Risin var tó í væl størri kapping um næstfremsta plássið, enn tað var frá Risanum og fram til Ørv.
Saman við fleiri øðrum hevði Argjabáturin hug at bjóða av í kappingini um næstfremsta plássið. Argjabáturin endaði aftur í dag á bronsuplássinum.
1 | Ørvur (HR) | 04:55.22 | +00.00 | 7 | ||
2 | Risin (ERF) | 05:00.44 | +05.22 | 6 | ||
3 | Argjabáturin (AR) | 05:01.30 | +06.08 | 5 | ||
4 | Knørrur (RK) | 05:03.00 | +07.78 | 4 | ||
5 | Gullbrandur (ÍF) | 05:06.29 | +11.07 | 3 | ||
6 | Gøtu Tróndur (TIND) | 05:07.29 | +12.07 | 2 | ||
7 | Miðvingur (MR) | 05:12.26 | +17.04 | 1 | ||
8 | Árnfirðingur (ÁRF) | 05:17.39 | +22.17 | 0 | ||
9 | Tórsbáturin (HR) | 05:27.21 | +31.99 | 0 |
1 | Ørvur (HR) | 6 | 42 | ||
2 | Risin (ERF) | 6 | 36 | ||
3 | Argjabáturin (AR) | 6 | 28 | ||
4 | Gøtu Tróndur (TIND) | 6 | 22 | ||
5 | Gullbrandur (ÍF) | 6 | 20 | ||
6 | Knørrur (RK) | 6 | 12 | ||
7 | Miðvingur (MR) | 6 | 7 | ||
8 | Árnfirðingur (ÁRF) | 6 | 1 | ||
9 | Tórsbáturin (HR) | 2 | 0 |
Manningin á Ørvi
Toftan - Bakborð
Andrias Bárðarson
Toftan - Styriborð
Aksel Martinsson Olsen
Bógrúm - Bakborð
Eyðun Petersen
Bógrúm - Styriborð
Øssur Hjalt Mohr
Rúmið - Bakborð
Tórur Franksson Joensen
Rúmið - Styriborð
Petur Ovi Hjaltalin Dam
Lærið - Bakborð
Sámal Pauli Bernhardssson Petersen
Lærið - Styriborð
Ludvík Breckmann
Róðursmaður/-kvinna
Vera Sóldis Barbarudóttir Nolsøe