Ørur kærleiki í Føroya rætti

Eftir at gentan gjørdi tað liðugt, skal drongurin hava sett lív hennara í váða og lagt eina nakinmynd av henni út á Facebook.

Ein ungur maður møtti mánadagin í Føroya rætti, ákærdur fyri at hava rent á bilin hjá fyrrverandi damuni við bili sínum, at hava sett lív hennara og vinkonanna í váða í ferðsluni og fyri at hava lagt eina mynd av fyrrverandi unnustuni, uttan ein trevil, út á Facebook.

 

Tey gjørdust par heystið 2012, men eina ferð tíðliga á sumri 2014 kólnaðu kenslurnar teirra millum, og tað varð liðugt millum tey. Ungi maðurin hevði eftir øllum at døma ilt við at góðtaka hetta og við tað, at maðurin samstundis hevði stórar rúsdrekkatrupulleikar, gjørdust avleiðingarnar nakað ógvusligar.

 

Sambært ákæruni, kemur ungi maðurin ein dagin koyrandi og møtir fyrrverandi damuni í einum øðrum bili. Maðurin ger skjótt av, tekur eitt u-sving, sum tað kallast, og fer aftan á henni. Komin til næsta vegamót, renur ungi maðurin bilin hjá sær hart upp í bakendan á bilinum hjá damuni. Síðani koyrir hann víðari, uttan at steðga. Sjálvur sigur drongurin, at gentan brádliga bremsaði, og at hetta var orsøkin til, at hann rendi í hana.

 

Nakrar dagar seinni er gentan aftur biltúr í býnum. Brádliga liggur bilurin hjá dreinginum beint í hølunum á henni. Komin til eitt vegamót, sum er í slakari mótbrekku, liggur drongurin og koyrir spakuliga fram móti gentuni, áðrenn hann letur bilin rulla aftur. Hetta ger hann upp í saman og allarhelst hevði gentan fyrru hendingina enn í huga, tá hetta hendi. Verjin hjá ákærda vildi tó vera við, at tað er heilt vanligt at hanga í girinum, sum tey siga.

 

Tey fara tó hvør sín veg í vegamótinum, men stutt eftir hittast tey aftur, koyrandi móti hvørjum øðrum. Nú ger drongurin ikki mætari, enn at hann leggur seg yvir í mótsatta koyribreyt. Ikki allan vegin yvir um, men eitt fitt petti, greiddu vinkonurnar, sum sótu í bilinum hjá gentuni, frá. Allar vóru tær tó á einum máli um, at um ikki vinkonan hevði snarað harðliga undan, upp á gongubreytina, hevði tað enda við samanstoyti millum bilarnar.

 

 

Maðurin var tó ikki heilt liðugur við gentuna enn fyri kvøldið, tí beint eftir midnátt ringin ein vinkona til gentuna og sigur henni, at hon liggur nakin á Facebook. Drongurin hevur ikki gjørt mætari, enn at leggja eina mynd av gentuni, har hon er nakin, út á sín vanga.

 

Maðurin viðurkennir, at ein samanstoytur var millum bilarnar báðar í fyrsta førinum, men annars vil hann ikki viðurkenna seg sekan í ákærunum.

 

Meiri er at lesa um málið í Sosialinum, ið varð borin út í hvørt heim í dag.