Ørt Champions League kvøld

Fleiri met blivu sett í einum hendinga- og málríkum Champions League kvøldi í kvøld

Bayern Munchen á odda 5-0 og Shakhtar Donetsk á odda 6-0. Tað vóru tvær av teimum málríku hálvleiksstøðunum í Champions League í kvøld.

 

Luiz Adriano skoraði ikki færri enn fýra mál fyri Shakhtar Donetsk fyri í fyrra hálvleiki. Brasilski framherjin sett tvey met. Hann er fyrsti spælarin, sum skorar fýra mál í fyrra hálvleiki. Umframt tað, so skoraði hann trý tey fyrstu málini upp á sjey minuttir. Ongin hevur skotið hattrik so skjótt í einum Champions League dysti.

 

Bólkur E:

Manchester City var leingi á odda 2-0, men tveitti leiðsluna vekk móti endanum. Hetta gav Roma ein gyltan møguleika, at seta City upp á pláss við at fáa stig móti Bayern Munchen. Tað gekk tó ikki serliga væl, tí Bayern Munchen vann ikki minni enn 7-1!

 

Úrslit:

CSKA Moskva – Manchester City 2-2

AS Roma – Bayern Munchen 1-7

 

Støðan:

1.     Bayern Munchen 9

2.     AS Roma 4

3.     Manchester City 2

4.     CSKA Moskva 1

 

Bólkur F:

Barcelona setti seg tung á dystin frá byrjan. Fyrst legði Neymar heimaliðið á odda, áðrenn Lionel Messi økti til 2-0. Í seinna hálvleiki bilvu báðir útskiftir. Barcelona skal leygardagin spæla móti Real Madrid í La Liga. Ajax minkaði um munin, men tað endaði við 3-1. PSG er framvegis oddalið í bólkinum, eftir at teir vunnu 1-0 á Kýpros.

 

Úrslit:

Barcelona – Ajax 3-1

APOEL – PSG 0-1

 

Støðan:

1.     PSG 7

2.     Barcelona 6

3.     Ajax 2

4.     AOPEL 1

 

Bólkur: G

Chelsea hevði ikki trupulleikar av Maribor og vann heili 6-0. Chelsea er oddalið í bólkinum og tykist nú hava tryggjað sær víðari luttøku. Í hinum dystinum komu sjey mál, men her var meiri javnt. Schalke vann 4-3 á Sporting Lisbon.

 

Úrslit:

Chelsea – Maribor 6-0

Schalke – Sporting 4-3

 

Støðan:

1.     Chelsea 7

2.     Schalke 5

3.     Maribor 2

4.     Sporting 1

 

Bólkur H:

FC Porto kláraði akkurát skerini á heimavølli móti baskarunum úr Bilbao, ið nú liggja niðast í bólkinum. Í Hvítarusslandi setti Luiz Adriano seg sjálvan á heimskortið við fimm málum í 7-1 sigrinum á BATE Borisov.

 

Úrslit:

FC Porto – Athletic Bilbao 2-1

BATE Borisov – Shakhtar Donetsk 1-7

 

Støðan:

1.     FC Porto 7

2.     Shakhtar Donetsk 5

3.     BATE Borisov 3

4.     Athæetic Bilbao 1