Lønirnar í Premier League er blivnar ørandi høgar. Norska TV2 hevur kunngjørt eitt yvirlit, sum vísir hvussu nógv 10 teir best løntu spælararnir í Premier League forvinna um vikuna.
Her er yvirlitið hjá norska TV2. Ein norsk króna er verd 81 oyru í okkara peningi.
1. Wayne Rooney, Manchester United: 3,3 miljónir krónur um vikuna (fimm ára sáttmáli undirskrivaður í 2014)
2. Sergio Agüero, Manchester City: 3,04 miljónir krónur um vikuna (fimm ára sáttmáli undirskrivaður í 2014)
2. Yaya Touré, Manchester City: 3,04 miljónir krónur um vikuna (fýra ára sáttmáli undirskrivaður í 2013)
4. Eden Hazard, Chelsea: 2,7 miljónir krónur um vikuna (fimm ára sáttmáli undirskrivaður í 2015)
5. David Silva, Manchester City: 2,5 miljónir krónur um vikuna ((fimm ára sáttmáli undirskrivaður í 2014)
6. Mesut Özil, Arsenal: 2,4 miljónir krónur um vikuna (fimm ára sáttmáli undirskrivaður í 2013)
7. Raheem Sterling, Manchester City: 2,28 miljónir krónur um vikuna (fimm ára sáttmáli undirskrivaður í 2015)
8. Cesc Fàbregas, Chelsea: 2,15 miljónir krónur um vikuna (fimm ára sáttmáli undirskrivaður í 2014)
8. Kevin De Bruyne, Manchester City: 2,15 miljónir krónur um vikuna (seksára sáttmáli undirskrivaður í 2015)
10. John Terry, Chelsea: 2,03 miljónir krónur um vikuna (eitt ára sáttmáli undirskrivaður í 2015)
Upphæddirnar eru grundlønir áðrenn skatting. Avriksløn og privatir sponsorsáttmálar eru ikki roknaði uppí í hesum yvirlitinum.