Seta nú fleiri tiltøk í verk fyri at basa koronu

Nú kunnu øll yvir 18 ár fáa sær eina sproytu afturat fyri koronu

Landsin myndugleikar herða nú tiltøkini fyri at basa koronu. Besta vápnið, vit hava ímóti koronu, er koppseting. Og nú verður enn meiri ferð sett á at koppseta fólk, tí nú kunnu øll, sum eru eldri enn 18 ár, lata seg koppseta fyri triðu ferð. Treytin er, at tað minst seks mánaðir síðan tey fingu aðru sproytuna.

 

Av tøkniligum orsøkum mugu tey, ið skulu hava triðju sproytuna, fyrbils brúka tilboðini um støkk-inn-koppseting á teimum trimum sjúkrahúsunum. Í næstum fer tó eisini at bera til at bíleggja tíð til triðu koppseting.

 

Tíðliga í oktober fingu fólk í ávísum vandabólkum tilboð um at lata seg koppseta fyri triðu ferð fyri koronu, og seinni í oktober bleiv tilboðið víðkað til at umfata øll eldri enn 65 ár, umframt starvsfólk á heilsu-, almanna- og eldraøkinum -  og  eisini øll , sum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk, fáa tey koronu.

 

Nú eru so allar tær avmarkingarnar tiknar burtur fyri øll fólk, ið hava fylt 18 ár. Orsøkin til 18 ára aldursmarkið er, at enn er koppingarevnið ikki góðkent til børn og ung undir 18 ár.

 

Higartil hevur tann triðja koppsetingin verið treytað av, at tað í minsta lagi er gingið seks mánaðir og tvær vikur síðan aðru koppseting. Hetta tíðarskeiðið verður nú stytt tvær vikur, so tað nú í minsta lagi skulu ganga seks mánaðir ímillum annað og triðja prik. Hóast tíðin ímillum aðru og triðju sproytu, er stytt, merkir tað, at nógv tey flestu mugu bíða til næsta ár at fáa ta triðju sproytuna, tí tey hava fingið aðru sproytuna so seint.

 

Sambært landsapotekaranum er nóg mikið av koppingarevni í landinum at nøkta allan koppsetingartørvin.