Øll vælkomin á eldragudstænastu

- Vit hava havt eldragudstænastu annan mikudag í advent á hvørjum ári, síðan Hoyvíkar kirkja varð tikin í nýtslu, sigur Katrin Dahl.

Eldragudstænasta verður í Hoyvíkar kirkju í dag, mikudagin klokkan 14.30. Ikki minst fyri eldri fólk, ið búgva á stovni og eru rørslutarnað, er hetta ein kærkomin møguleiki at koma til gudstænastu undan jólum.

 

- Vit hava havt eldragudstænastu annan mikudag í advent á hvørjum ári, síðan Hoyvíkar kirkja varð tikin í nýtslu, og uppmøtingin hevur verið góð. Fólk eru glað fyri hesa jólagudstænastu, har tey samstundis hava møguleika at møta fólki tey kenna, men ikki møta vanliga.

 

Tað sigur Katrin Dahl, sum er ein av fyrireikarunum.

 

Í Hoyvíkar kirkju í dag fer Theodor E.D. Olsen, prestur, at prædika, og aftaná verður ein drekkamunnur. Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Katrin Dahl sigur, at Hoyvíkar kirkja er stak væl egnað til tiltøk fyri fólk, ið vanliga ikki fáa komið í kirkju vegna koyristól og rørslubrek annars.

 

Á myndini fyrireika Katrin Dahl og onnur eldragudstænastuna, sum verður í Hoyvíkar kirkju nú klokkan 14.30 í dag.