Veðrið er av tí fagrasta um alt landið í dag, og øll útlit eru til eina góða og vælmøtta ovastevnu í Nólsoy.
Nógv ymiskt er á skránni í Nólsoy í dag, sum in.fo fer at venda aftur til, bæði fyri børn og vaksin, og tað besta er, at einki hegn er.
Hetta verður ein ovastevna av tí góða gamla slagnum, har einstaklingar og familjur sleppa runt um í bygdini - uttan at skula hugsa um, at tað kostar.
Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, er veðrið í Nólsoy í morgun av tí allar fagrasta, og øll útlit eru til, at hetta verður ein góður dagur.
Ternan siglir eftir broyttari ferðaætlan um ovastevnuna, og eisini verður siglt úr Havn og út til Nólsoyar í skjóttgangandi báti.
Í Hósvík liggja nógvir bátar, sum vóru við í regattasiglingini av Eiði til Hósvíkar í gjárkvøldið.
Væntandi er, at nógvir bátar og bátamanningar stevna úr Hósvík og út til Nólsoyar seinnapartin í dag at verða við á ovastevnu.