Øll Suðuroyggin liggur í streymloysi

Brek er á verkinum í Vági

Um 11 tíðina fór streymurin í allari Suðuroy. Á SEV siga tey, at talan er um brek á Vágsverkinum, men tey vita enn ikki, hvat bagir. Tí fáa tey heldur einki sagt um, nær streymurin kemur aftur. Men tey vóna, at tey skjótt fáa bilbugt við trupulleikanum.