Í morgun er eingin til arbeiðis á dagstovninum Kura í Kollafirði. Sambært álítandi keldum hjá In.fo, hava øll starvsfólkini meldað seg sjúk.
- Fyri at vísa á truplu pedagogisku støðuna á dagstovnaøkinum í løtuni og fyri at vísa okkara stuðul til Miðstovnin, hava vit starvsfólk valt ikki at møta til arbeiðis í dag.
Soleiðis siga starvsfólk, sum arbeiða á dagstovninum í Kollafirði.
Á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, haðani viðhefta mynd eisini er, verður sagt um dagstovnin Kura í Kollafirði, at hesin liggur í náttúruvøkrum og friðarligum umhvørvi við Botnánna. Stovnurin varð tikin í nýtslu í november mánaði 2016.
- Stovnurin er í tveimum bygningum í Kollafirði. Á dagstovninum eru tríggjar barnagarðsstovur og tvær vøggustovur. Her eru børnini ávikavist 0-3 ár og 3-7 ár.
Lagt verður aftrat, at ein vøggustova húsast fyri seg millum Bóla, og har eru børnini í aldrinum 0-3 ár. Børnini fara víðari í dagstovnin Kura, tá tey hava aldur at fara í barnagarð.
At enda verður sagt á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, at 81 børn eru á stovninum, og starvsfólknini eru 37 í tali. Millum hesi eru 17 námsfrøðingar, 11 hjálparfólk, ein psykoterapeutur, eitt køksfólk og sjey vikarar.