Skal virkin deyðshjálp vera ein møguleiki hjá deyðiliga sjúkum føroyingum? Tað heldur Georg L. Petersen, sum í fleiri umførum hevur roynt at fingið eitt orðaskifti um málið í Føroyum.
– Prøva at ímynda tær, at tú ert deyðiliga sjúkur og ikki kanst bjargast, og at tú liggur og pínist og veit, at tú skalt liggja og pínast í øllum førum í tvær-tríggjar vikur afturat. Royn at hugsa teg inn í ta støðuna: tað er tá, eg haldi at tú eigur at skilja, at deyðshjálp kann merkja, at tú fært ein virðiligan deyða.
Virkin deyðshjálp er komin á breddan í Danmark, har Mette Frederiksen hevur tikið málið upp. "Deyðin kann vera ein óboðin gestur, men deyðin kann eisini vera ein frelsari," hevur hon m.a. sagt í eini samrøðu við Weekendavisen.
Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum og limur í Etiska ráðnum, hevur eina meiri varisliga støðu.
– Hóast tað onkuntíð kann tykjast sum eitt slag av undanførslu, tá ið víst verður á palliatión, so er tað ongin ivi um, at vælvirkandi palliatión hevði broytt fortreytirnar fyri orðaskiftinum um virkna deyðshjálp, sigur hon
Les meiri um málið í Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum í kvøld.
##med2##