Hvat hevur tú at siga um árið 2014?
- Árið, ið fór, hevur verið sera spennandi við hópin av nýggjum og øðrvísi uppgávum enn tað, ið eg havi verið vanur við, og tekur hetta væl longrið tið at koma á "rætt", enn eg hevði væntað. Eg havi veruliga lært nakað, hóast tað hevur verið nakað buldrut av og á, men sum heild hevur hetta verið eitt gott ár og eitt sera gott summar at gleðast yvir.
Tað sigur Gissur Patursson, sum er marknaðarleiðari hjá 62N Travel.
Hevur tú givið nakað nýggjárslyfti?
- Eg havi altíð sett mær nýggj mál/nýggjarlyfti fyri árið, og er tað so spennandi, um tey ganga út til 1. januar 2016.
Men, hevur Gissur so eisini onkur nýggjársynski nú við ársbyrjan?
- Eg ynski sjálvandi øllum eina góða heilsu og eitt eydnuberandi nýttár við framgongd hjá øllum - og at eingin má mangla nakað til "dagen og vejen". Men, eg vildi eisini ynskt, at okkara fólk í Tinganesi & býráði "togaðu" allan aktivitet út yvir 10 ár - og at tey ikki brúka so nógvan pening upp á so stutta tið sum tey gera.
Gissur Patursson vónar eisini, at bankarnir ikki fara at seta brúkaragjøldini upp, sum teir "luska" inn á okkum, sum hann tekur til.
- Tað er hóast alt vit, ið eiga lívið í bankunum. Men, tað sær út til, at tey hava gloymt hetta. Og at enda haldi eg, at vit eiga at búka nógv meiri kreftir upp á at fáa øll tey, sum standa í front í tænastu-og søludiskum og aðrastaðni, at veita eina nógv betri og gevandi tænastu til okkum sum brúkarar.
Hvussu metir tú útlitini fyri 2015?
- Eg meti útlitini fyri 2015 at vera sera góð. Hetta eigur eftir øllum "sólarmerkjum" at gerast eitt gott ár. Eg vil tó ávara ímóti, at brúgvin millum rík og fátæk í Føroyum sær út til at økjast, eisini í 2015, hóast hetta er upp á "bekostning" av okkara ríkidømið. So, eg vóni, at "vit" velja rætt í ár. Jú, árið eigur at gerast gott, og eg vóni, at sólarmyrkingin eisini kemur at geva okkum eitt gott íkast og eina læru til vinnuna.
At enda væntar Gissur Patursson, at nógv positivt fer at henda í 2015 innan føroyska tónleikaheimin - og sjálvandi eisini innan ferðavinnuna.
- Eg vil ynskja mínum vinum og kenningum og øllum Føroya fólki eitt gott nýttár, sigur marknaðarleiðarin á 62N Travel.










