Øll jørð í Føroyum skal vera almenn ogn

Vit skulu síggja Føroyar sum heimsins mest eksotiska náttúruøki

Tað almenna skal eiga alla jørð í Føroyum.

Tað heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin

Hetta sermerkta sjónarmiðið førdi hann fram á Búnaðarstevnuni, sum Gamla Seglhúsið í Klaksvík skipaði fyri í gjár.

Á stevnuni gjørdi hann greitt, at hann tekur ikki undir við ætlanini hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í búnaðarmálum, um at einskilja tað landsjørðina, sum festarar kring landið sita við, og at gera hana til privata ogn.

- Spurningurin er heldur um ikki landið ístaðin skuldi keypt privatu ognarjørðina aftur frá teimum privatu, sigur hann.

Føroyar eru eitt lítið land og eitt sera forkunnugt náttúruøki og tí haldi eg, at vit eiga at síggja Føroyar sum heimsins mest eksotiska náttúruøki.

- Tað eigur at vera grundstøðið undir kjakinum um almennu jørðina, heldur Bill Justinussen.

 

Les eisini: Selja ikki helvtina av Føroyum enn

 

Hann vísir á, endamálið hjá teimum, sum sita við ognarjørðini, er ikki at hava tað til vinnuveg.

- Tað, sum er drívmegin í føroyskum jarðarbrúki í dag, eru tey, sum hava jørð til ítriv, og mentanin rundanum tað. Men so fáa tey eisini nakað av matvørum burtur úr tí.

- Tað ber ikki til at gera landbúnað til eina stóra vinnu í Føroyum, tí jørðin er ov kørg. Tí eiga vit heldur at fegnast um hesa náttúruperlu, Føroyar eru.

 

Les eisini: Jacob og Sámal Petur ímóti restini

 

- Lat okkum ikki altíð hugsa um at skúma pengar burtur úr, men jørðina liggja har til okkara eftirkomarar, eins og okkara forfedrar lótu hana liggja til okkum, heldur tingmaðurin fyri Miðflokkin.