- Øll ísfiskalínuskipini liggja við bryggju, men fara út aftur, tá veður og streymur batna. Møguliga fer okkurt línuskip til Íslands at fiska.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at tvey frystilínuskip eru til fiskiskap. Eitt er í Eysturgrønlandi, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður góður, serliga síðst í næstu viku. Hinvegin verður veðrið meira skiftandi, men verður helst brúkiligt fyrstu dagarnar í vikuni.
- Vit vænta tí nakað av útróðri í næstu viku, serliga fyrst í vikuni, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.











