Tað góða lívið! Tað er heitið á almennum pallborðsfundi, sum Pedagogfelagið skipar fyri í Miðlahúsinum klokkan 19. 30 í kvøld. Fundurin verður eisini sendur beinleiðis á Rás2.
Heitið á fundinum speglar, hvussu stóran týdning, sosialpolitikkur hevur. Á fundinum fara tey at tosa um, hvussu storan týdning, sosialpedagogikkur hevur.
Fundurin er liður í einum átaki, har Pedagogfelagið setir sjóneykuna á sosialpedagogikk. Tey, sum sita við pallborðið, verða Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Rósa Samuelsen, forkvinna í trivnaðarnevndini hjá løgtinginum, Eyðun Christiansen, aðalskrivari í Kommunufelagnum, og Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum.
Harumframt verða trý innspark, har tveir námsfrøðingar og ein ráðgevari fara at siga frá sínum royndum í soialpedagogiska arbeiðinum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Maud Vang Hansen, forkvinnu í Pedagogfelagnum, greiða frá.
|









