Tað gjørdist ikki ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í dag.
Brynhild Pállsdóttir, Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax taptu í dag á heimavølli sjeynda dystin á rað og hava framvegis einki stig.
Ajax tapti 21-27 fyri Aarhus United. Í stegðinum var Aarhus á odda 12-10.
Súna skoraði trý mál, legði upp til eitt mál og vann liðnum eitt brotskast. Brynhild skoraði eitt mál.
Um fjúrtan dagar spælir Ajax móti Keypmannahavn á útivølli.
Føroyski landsliðsleikarin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn taptu í dag 29-35 fyri toppliðnum, Esbjerg á útivølli. Esbjerg var á odda 19-16.
Keypmannahavn er nummar níggju í deildini við seks stigum.
Pernille skoraði trý mál fyri Keypmannahavn í dag.
Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg taptu stórt 27-40 fyri Ikast á útivølli. Ikast var á odda 18-11 í steðginum.
Viborg spælir móti Silkeborg/Voel á heimavølli um 14 dagar. Viborg er nummar fimm í deildini við seks stigum.
Jana skoraði eitt mál og legði upp til eitt mál.
Í næstbestu deildini taptu Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í TMS Ringsted 29-32 (15-16) fyri Hadsten. Lív skoraði tvey mál í dag.
Ringsted er næstaftast í deildini við ongum stigi.
Føroysku kvinnurnar fara nú at fyrireika seg til EM-undankappingardystirnar móti Svøríki á útivølli 12. oktober, og móti Íslandi á heimavølli 15. oktober.
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | Team Esbjerg | 7 | 14 |
| 2 | Ikast | 7 | 12 |
| 3 | Odense | 6 | 10 |
| 4 | Aarhus United | 7 | 8 |
| 5 | Viborg | 7 | 6 |
| 6 | Skanderborg | 7 | 6 |
| 7 | SønderjyskE | 6 | 6 |
| 8 | NFH | 6 | 6 |
| 9 | Keypmannahavn | 7 | 6 |
| 10 | Silkeborg-Voel | 6 | 6 |
| 11 | Bjerringbro FH | 7 | 5 |
| 12 | Horsens | 6 | 4 |
| 13 | Ringkøbing | 6 | 3 |
| 14 | Ajax | 7 | 0 |











