Øll føroyingaliðini taptu

Hetta gjørdist ein vánaligur dagur hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Tað gekk av skriðuni hjá føroyingaliðunum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í dag. 

 

Liðið sum Mikkjal Thomassen er høvuðsvenjari hjá, Fredrikstad kundi við einum stigi á heimavølli móti Mjøndalen gerast staðfestur vinnari av næstbestu deildini, men Fredrikstad tók ikki av. Mjøndalen vann 2-1. Í steðginum var Mjøndalen á odda 2-0. Håvard Asheim minkaði um munin til 1-2 í 83. minutti, men nærri kom Fredrikstad ikki.

 

Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen byrjaðu báðir inni fyri Fredrikstad, men Brandur mátti tíverri av vøllinum longu tá 28 minuttir vóru leiktir.

 

Fredrikstad hevur langt síðani staðfest uppflytingina, og teir eru framvegis greitt oddalið við 60 stigum, seks stig frammanfyri KFUM Oslo nú bert tvey umfør eru eftir at leika.

 

Rógvi Baldvinsson, Noah Mneney og liðfelagarnir í Bryne taptu 0-2 (0-1) fyri Start Kristiansand á útivølli. Rógvi kom á vøllin tá 65 minuttir vóru leiktir, og Noah kom tíverri ikki á vøllin fyrrenn bert fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini.

 

Bryne er nummar átta í deildini við 38 stigum. Teir hava fýra stig upp til Sogndal, ið liggur á sætta plássinum sum gevur rætt til at spæla Play Off dystir um uppflyting, men tað verður torført hjá Bryne at røkka sætta plássinum nú bert tveir dystir eru eftir at leika.

 

Liðið hjá Gullbrandi Øregaard, Sandnes ULF tapti 0-4 (0-2) fyri Kongsvinger á útivølli. Gullbrandur kom á vøllin tá 68 minuttir vóru leiktir, men tá var støðan longu 3-0 til Kongsvinger.

 

Sandnes er nummar 11 í deildini við 34 stigum. Teir eru fimm stig omanfyri Hødd sum liggur næstaftast við 29 stigum. So teir í Sandnes eru ikki heilt leysir av niðurflytingarvandanum, men teir hava lagnuna í egnum hondum nú bert tveir dystir eru eftir at leika.

 

Komandi sunnudag spælir Fredrikstad á útivølli móti Moss. Sama dag tekur Bryne móti Sogndal á heimavølli og kann við einum sigri vera bert eitt stig frá sætta plássinum. Sama dag hevur Sandnes heimadyst móti Ranheim.