Øll manningarfeløg hava sagt sáttmálarnar upp

Ta næstu tíðina skulu fleiri sáttmálar millum manningarfeløg og reiðarar fáast upp á pláss, tí øll manningarfeløgini hava sagt sáttmálarnar við reiðararnar upp til at fara út gildi um tríggjar vikur.

Tað er ikki bara Føroya Skipara-og Navigatørfelag, sum hevur sagt sáttmálan við Føroya Reiðarafelag upp. Tað hava bæði Føroya Fiskimannafelag og Maskinmeistarafelagið eisini gjørt. 

 

Maskinmeistarafelagið fer til samráðingarborðið seinnapartin hósdagin, og samráðingarnar hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag byrja hósmorgunin.

 

Jan Højgaard, formaður í fiskimannafelagnum, sigur, at sáttmálin hjá teimum við reiðararnar eisini gongur út hin 1. apríl.

 

- Skulu okkara limir fylgja gongdini í samfelagnum, noyðast við at taka upp samráðingar við reiðararnar.

 

Hann vísir á, at tað serliga er í ísfiskavinnuni, at støðan hjá hansara limum er vánalig.

 

- Tað gongur illa hjá partolaraflotanum, og tað gongur heldur einki hjá ísfiskalínuskipunum. Í báðum førum er trupult at manna skipini.

 

Jan Højgaard sigur, at partarnir hava handað hvørjum øðrum sáttmálakrøvini, og hann væntar, at samráðingarnar hjá teimum við reiðararnar eisini verða síðst í hesi vikuni.

 

- Manningarfeløgini samráðast ikki beinleiðis saman, men vit tosa saman, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag.